Góðtaka ikki at tað bara verður bíligari hjá nøkrum fáum

Tað er framvegis ósemja í samgonguni um samferðslupakkan tí tingmenn vilja ikki, at tað bara verða nøkur fá, sum sleppa bíligari

Tað er framvegis stór ósemja í samgonguni um samferðslupakkan. Ætlanin er at avgreiða ein part av honum nú, áðrenn Løgtingið fer í summarfrí. Tí skuldi málið leggjast fyri Løgtingið aftur í farnu viku og ein partur av tí var, at tað skuldi verða ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.

 

Men tað eru tað tinglimir, sum ikki vilja góðtaka - og úrslitið var eisini, at málið kom heldur ikki fyri Løgtingið í farnu viku. Men tá ið Løgtingið umrøddu Strandferðsluna í seinastu viku, gjørdi Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, púra greitt, at sum tað liggur nú, fer hann ikki at atkvøða fyri at gera tað ókeypis at brúka Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Hann sigur, at treytin fyri at atkvøða fyri samferðslupakkanum, er, at tað eisini verður bíligari hjá Suðuroyingum, og útoyggjafólki, at ferðast við Strandferðsluni.

 

Johan Dahl kann ikki fella málið einsamallur, men hann staðfesti, at málið verður ikki samtykt, sum tað liggur nú og tí skulu broytingar gerast. Tað merkir, at tað eisini eru tinglimir í samgonguni, sum ikki vilja taka undir við málinum, sum tað liggur nú. Heðin Zachariasen úr Fólkaflokkinum er ein av teimum, sum áður hevur gjørt greitt, at tað ber ikki til at gera tað bíligari hjá summum, men at lata onnur sita eftir við ongum fyrimunum.

 

Annars varð boðað frá í farnu viku, at samstundis sum tað skuldi ókeypis at brúka Vágatunnilin og Norðoyatunnilin nú, skuldi málið um ferðaseðlakostnaðin hjá suðuroyingum, og útoyggjafólki, takast upp aftur í heyst og loysast tá.

 

Men Johan Dahl gjørdi greitt, at tað varð ikki góðtikið, tí bæði málini skuldu loysast samstundis. Hann sigur, at øll vita, at skulu vit bíða við at loysa málið um ferðaseðlakostnaðin hjá Strandferðsluni, til í heyst, verður tað ongantíð framt og tí er tað eitt krav, at alt skal loysast í senn. Ein máti er, at suðuroyingar og útoyggjafólk, fáa eitt borgarakort, sum ger tað bíligari hjá teimum at ferðast við Strandferðsluni.

 

Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og formaður í fíggjarnevndini, ásannaði, at fíggjarnevndin skuldi kanska viðgera málið nágreiniligari við tí í hyggju at gera tað bíligari hjá suðuroyingum og útoyggjafólki eisini, samstundis sum at gjøldini í undirsjóvartunlunum verður avtikið. Og tað er tað, sum fer fram beint nú og sum skilst, verður málið lagt fyri Løgtingið aftur nú seinnapartin.