Tað gongur eftir øllum at døma væl hjá føroysku frystilínuskipunum, sum eru yviri á Flemish Kap og royna eydnuna.
- Vit hava havt hálva fimtu setu, og higartil hava vit fingið 50 tons í lastina, og í løtuni liggja umleið fimm tons á dekkinum.
Tað sigur línumaður umborð á Ågot, sum In.fo hevur havt samband við í dag, og sum eisini hevur sent okkum viðheftu myndir.
- Fiskiskapurin hevur verið góður, og øll frystilínuskipini, sum eru her yviri, siga frá góðum fiskiskapi.
Línumaðurin leggur aftrat, at veðrið hevur verið keðiligt, men nú er gott veður har yviri.