Góður gróður á seinsumri

Mátingar hjá Havstovuni vísa, at gróðurin kring Føroyar var ringur í mai og juni, men góður í juli og august.

Havstovan ger mátingar í Skopun hvørja viku og nú summarið er farið at halla, hevur Havstovan kannað mátingarnar nærri.

Mátingarnar vísa, at gróðurin var ringur í mai og juni mánað, men har afturímóti var hann góður í juli og august. 

- Hesar síðstu vikurnar hevur skúm verið at sæð nógvastaðni í firðum og sundum, og kemst tað helst av Phaeocystis algum, sum eru vanligar, tá nógvur gróður hevur verið, og sjógvurin er tømdur fyri tøðevni. Seinni í ár fer greining at verða gjørd fyri at síggja, hvørji algusløg eru í prøvunum úr Skopun, skrivar Havstovan á heimasíðu síni.

Fylgisveinamyndir, sum Havstovan hevur tikið, vísa, at mitt í juni var gróðurin innarlaga betri eystanfyri enn vestanfyri, meðan gróðurin í august var góður allastaðni.