Góður javnleikur hjá U17 dreingjunum

U17 landsliðið helt Norðurírlandi á Tórsvølli

Menningarkapping er millum U17 manslandsliðini í fótbólti hjá Íslandi, Wales, Norðurírlandi og Føroyum í hesum døgum.

Fyrr í dag eydnaðist tað føroyska U17 landsliðnum at fáa javnleik 0-0 ímóti Norðurírlandi á Tórsvølli. Norðurírland stóð fyri tí mesta, men tað eydnaðist ungu føroysku monnunum at verja heim ein 0-0 javnleik. 

Kappingin koyrir eftir serligum leisti, har brotssparkskapping er, tá lið spæla javnt, og føroyska liðið gjørdi ikki mætari enn at vinna brotssparkskappingina. Hetta merkir, at Føroyar fáa tvey stig fyri dystin, meðan Norðurírland fær eitt stig.

Í kappingini er eisini eitt undankort til gult kort, nevnliga hvíta kortið, har spælari verður vístur av vølli í 8 minuttir. 

(Mynd: football.fo)