Í samband við altjóða Down Syndrom dagin letur forvitnislig listaframsýning upp í Navia á Toftum mánadagin 21. mars klokkan 17.
Tað verður Magni Mikkelsen, sum fer at sýna fram síni listaverk, og hann hevur góð evni at mála.
Magni Mikkelsen, sum er ættaður av Toftum, er 48 ár og hevur Down Syndrom. Hann hevur sína dagligu gongd á Verstaðnum Stíggi í Saltangará, har hann eitt nú teknar og málar.
Tað verður Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, sum fer at seta framsýningina, og onkur tónleikaframførsla verður eisini í samband við upplatingina.