Veturgamlir veðrar á heysti 2014: 112, 103 og 93 pund.
Myndirnar eru í somu raðfylgju.
-Ein sera góð miðalvekt, og 112 er met hjá mær. Eg havi ofta havt góðar veturgamlar veðrar, sum liggja omanfyri 100, men hetta er met, sigur Súni í Hjøllum.
Fyri tveimum árum síðan vigaði ein 110. Góðveðrið í summar og tann góði gróðurin hevur sína stóru ávirkan í ár.
Tað er Súni í Hjøllum á Toftum, sum eigur bæði veðr og myndir