Eitt ísfiskalínuskip er Íslandsrygginum, og eitt av teimum smærru er eystanfyri.
- Annað skipið ella kanska bæði kona inn at landa í næstu viku. Skipini fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu, svartkalva og brosmu.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Eitt frystilínuskip fiskar í íslendskum sjógvi, tvey eru á Íslandsrygginum, tvey í grønlendskum sjógvi, og trý eru á landgrunninum.
- Frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Streymurin verður brúkiligur í næstu viku, og veðrið verður gott. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri.
- Fiskiskapurin á landgrunninum er smáligur, men hann hevur verið góður hjá bátunum, sum hava verið á Føroyabanka, verður lagt aftrat.