Góður útróður norðanfyri

Útróðrarbátar við línu fiska væl, og bátar við snellu á Norðhavinum hava eisini gjørt hampiligar dagar.

Sjálvt um teir ikki eru so nógvir eftir nú, hava tveir størri útróðrarbátarnir í Klaksvík havt góðan fiskiskap í dag. Norðlýsið, sum hevur leitað sær oman til sjóvarmálan, visti seinnapartin av siga, at Norðsøki og Líðhamar í dag hava fingið umleið 8000 pund í part av útróðrarfiski.

 

Meginparturin av veiðini hjá báðum bátunum, sum royna við línu, var stórur og góður toskur og nakað av hýsu. Sambært heimasíðuni hevði Norðsøki eini 1000 pund av hýsu og 7000 pund av toski.

 

Hetta er eisini tíðin, tá snellubátar plaga at royna eftir gýtingartoski við snellu á Norðhavinum. Lítið hevur verið at hoyrt um, hvussu gingist hevur, men sambært Norðlýsinum hevur fiskiskapurin hjá bátunum verið brúkiligur. Teir hava nevniliga ligið úr 1000 pundum upp í eini 2800 pund á bátin, sum er hampiliga góð snelluveiða.

 

Tað er Norðlýsið, sum eigur viðheftu mynd av Norðsøka - og stórum og góðum toski í einum fiskakassa.