Göteborgsposten undirmetir KÍ undan dystunum móti Häcken

Stóri miðilin í Göteborg heldur, at tað er ein dreymastøða hjá BK Häcken at skula møta KÍ og ikki at skula møta Ferancvaros

Í Göteborg í Svøríki var gjørt grýtuklárt til, at svenskir kjøtbollar og ungarskt gullasj skuldu í grýtuni. Har ivaðust tey ikki í, at BK Häcken skuldi spæla tveir dystir móti Ferancvaros í øðrum undanumfarinum til Champions League.

 

Men nú staðfesta tey í Göteborg heldur skelkaði, at BK Häcken skal nú møta KÍ í øðrum undanumfarinum í Champions League kappingini. 

 

"Dreymastøða fyri Häcken", skrivar stóri miðilin í Göteborg, Göteborgsposten, og leggur upp til, at hetta var dagur í viku hjá Häcken at sleppa at møta KÍ.

 

##med2##

 

Greinarin hjá BK Häcken, Mario Chavez sum var til staðar tá KÍ vann 3-0 á Ferancvaros hevur tó ikki hug at undirmeta KÍ. Við Göteborgsposten sigur Mario Chavez, at teir høvdu væntað, at Ferancvaros fór at vera væl betri enn KÍ, og helst hevði Ferancvaros, sambært Mario Chavez vunnið níggu av tíggju dystum móti KÍ: - Men allan heiður til KÍ. Teir stríddust ótrúliga væl undir teimum fyritreytunum teir høvdu undir dystinum, sigur Mario Chavez. 

 

Mario Chavez helt, at tað var sum um KÍ royndi at halda út, nakað sum KÍ eisini gjørdi á heimavølli í Klaksvík, sambært Mario Chavez: - Men so kemur KÍ á odda upp á eitt brotsspark. Við annað málið missir Ferancvaros bóltin høgt uppi á vøllinum, og tað triðja málið var eitt málverjumistak. Tá vóru øll sum vóru til dystin skelkaði, og tað bleiv ongantíð spennandi aftur, greiðir Mario Chavez frá.

 

Komandi týskvøld klokkan 18 hevur KÍ heimadyst, og 1. august spælir KÍ á útivølli í Göteborg.