Gøtuljósini sløkt um summarið

Hóast hiti ikki er í luftini, so skriva vit juni og summar er. 

 

Vágs kommuna sløkkir nú gøtuljósini.

 

Nú kvøldini verða ljósari og náttin er ikki myrk serliga leingi, er avgjørt, at tað ikki er neyðugt, at gøtuljósini eru tendraði um summarið. 

 

Framyvir verða gøtuljósini sløkt millum 1. juni og 1. august á hvørjum árið, skrivar vagur.fo.