Gøtumaður nýggjur dómari í X-Factor

Simon Kvamm skal sita við dómaraborðið næsta ár.

Simon Kvamm (Mynd: Ritzau Scanpix)

Fyri kortum gjørdist greitt, at diskarin Martin Jensen ikki fer at halda fram sum dómari í tónleikakappingini X-Factor hjá donsku sjónvarpsrásini TV2. Síðan tá hevur ein stólur verið tøkur við dómaraborðið, men nú hevur TV2 funnið avloysaran. 

 

Avloysarin verður ein, sum vit kenna væl í Føroyum - nevniliga Simon Kvamm. Hesum boðar TV2 frá í dag. 

 

Simon Kvamm hevur fleiri ferðir framført í Føroyum við vælkenda bólki sínum Nephew, og seinast hann var her, var í juni, tá hann við nýggja bólkinum Hugorm spældi á stóra konsertdegnum í Havn, Voxbotn.

 

Og so hevur Simon Kvamm eisini ættarbond úr Føroyum. Navnið Kvamm er føroyskt, og tað stavar úr Gøtu – ein dalur oman fyri Gøtudal eitur Hvammdalur, og haðani stavar navnið, sum abbi Simon Kvamm, Óli Kvamm, fekk sær sum eftirnavn. Óli Kvamm var úr Gøtu, men búði alla síðna tíð í Danmark.

 

Hinir dómararnir báðir, Thomas Blachmann og Kwamie Liv halda fram sum dómarar.

 

##med2##

 

Simon Kvamm (Mynd: Ritzau Scanpix)