Beverly Hills Hotel var í nátt karmur um Golden Globes, har útlendska filmpressan í Hollywood heiðraði filmsvinnuna.
Tær stóru stjørnurnar og tær stóru kenslurnar vóru at síggja. Stóra mongdin av filmsstjørnum, ið var savnað á Beverly Hills Hotel vísti, hvussu høgt filmsvinnan í USA metir um The Golden Globes.
Tær tríggjar fyrstu kvinnurnar, ið vunnuð heiðurslønir, Jennifer Lawrence, Jaqueline Bisset og Elisabeth Moss, vóru allar sjónliga rørdar og høvdu torført við at halda sínar takkartalur. Serliga Jaqueline Bisset, ið var í uppskoti sættu ferð og vann sína fyrstu heiðursløn, hevði torført við at halda tárini aftur
Breaking Bad sjónvarpsrøðin, ið endaði í ár hevur higartil vunnið tvær Golden Globes, sum besta dramarøð og besti leikari, ið Bryan Cranston vann fyri leiklutin sum Walter White.
Sjónvarpsfilmurin Behind The Candelabra hevur somuleiðis vunnið tvær Golden Globes sum besta sjónvarpsrøð ella sjónvarpsfilmur og eina til Michael Douglas, sum besti leikari í eini minirøð ella sjónvarpsfilmi.
Brooklyn Nine-Nine vann tvær heiðurslønir, sum besta sjónvarpsrøð innan komediu genruna og eina til Andy Samberg, sum besta leikara í einari sjónvarpsrøð - musical ella komediu.
Danski filmurin Jagten megnaði ikki at vinna á italska kappingarneytanum La grande bellezza úr Italia, ið gjørdist besti filmur á øðrum máli enn enskum.
Listi yvir Golden Globe heiðurslønir:
Besti kvinnuligi hjálparleikari í filmi
Jennifer Lawrence fyri American Hustle
Besti kvinnulig hjálparleikari í sjónvarpssrøð, minirøð ella sjónvarpsfilmi
Jacqueline Bisset fyri Dancing On The Edge
Besta sjónvarpsrøð ella sjónvarpsfilmur
Behind The Candelabra
Besti kvinnuligi leikari í eini sjónvarpsrøð ella sjónvarpsfilmi
Elisabeth Moss fyri Top Of The Lake
Besti leikari í einum sjónvarpsdrama
Bryan Cranston fyri Breaking Bad
Besta sjónvarpsdrama
Breaking Bad
Besta ljóðspor til ein film
Alex Ebert fyri All is Lost
Besti nýskrivaði sangur til ein film
Ordinary Love hjá Bono, Adam Clayton, The Edge, Larry Mullen Jr., Brian Burton úr Mandela
Besti hjálparleikari í sjónvarpssrøð, minirøð ella sjónvarpsfilmi
John Voight fyri Ray Donovan
Besti kvinnuligi leikari í einum filmi - musical ella komediu
Amy Adams fyri American Hustle
Besti kvinnuligi leikari í einum sjónvarpsdrama
Robin Wright fyri House of Cards
Besti hjálparleikari í einum filmi
Jared Leto for Dallas Buyers Club
Besta leikrit til film
Spike Jonze fyri Her
Besti leikari í sjónvarpsrøð - musical ella komediu
Andy Samberg fyri Brooklyn Nine-Nine
Besti filmur á øðrum máli enn enskum
La grande bellezza úr Italia
Besti leikari í minirøð ella sjónvarpsfilmi
Michael Douglas fyri Behind The Candelabra
Besti animeraði filmur
Frozen
Besti kvinnnuligi leikari í sjónvarpsrøð - musical ella komediu
Amy Polar fyri Parks and Recreation
Cecil B. DeMille Award
Woody Allen, hetta er ein serlig heiðursløn fyri samlaða arbeiðið hjá honum.
Besti leikstjóri av einum filmi
Alfonso Cuaron fyri Gravity
Besta sjónvarpsrøð - komedia
Brooklyn Nine-Nine
Besti leikari í filmi - musical ella komediu
Leonardo DiCaprio fyri The Wolf of Wall Street
Besti filmur - musical ella komedia
American Hustle
Besti kvinnuligi leikari í einum filmi - drama
Kate Blanchett fyri Blue Jasmine
Besti leikari í einum filmi - drama
Matthew McConaughey fyri Dallas Buyers Club
Besti filmur - drama
12 Years A Slave