Reykjavík: Volkswagen bilarnir við týskum nummarplátum sóust aftur í gøtumyndini í Reykjavík, nú Volkswagen presentera nýggja VW Golf fyri motorjournalistum úr øllum heiminum í døgunum frá 8. til 26. september.
Yvir hundrað VW Golf, sum vóru komnir við flogfari, og hópin av VW Pheaton luksusbilum umframt aðrir bilar sum t.d. VW Touareg, Passat, Tiguan og Transporter Business. Hesir vóru komnir við Norrønu til Íslands. Yvir 200 bilar tilsamans.
Talan er um størstu bilpresentatión, sum nakrantíð hevur verið í Íslandi.
Luksusbilarnir VW Pheaton og Transporter Business vórðu nýttir til at heinta tíðindafólk av flogvøllinum í Keflavík og koyra tey til hotellið í miðbýnum í Reykjavík og til koyring til og frá framsýningarbygninginum, sum Volkswagen hava latið bygt nakað uttan fyri Reykjavík.
Tá presentatiónin verður liðug síðst í hesi vikuni hava umleið 1500 motorjournalistar umframt starvsfólkini verið í Reykjavík í sambandi við nýggja VW Golf. Tilsamans eini 2000 fólk.
Golfurin er tíðarleysur
Fáir bilar hava so fast tak í sínum kundum sum VW Golf. Tað vanliga er at eitt bilmodell er á marknaðinum í nøkur fá ár, síðan fær bilurin eina sonevnda facelift og koyrir so nøkur ár afturat. Tá so nýtt modell kemur, er talan um ein heilt nýggjan bil, bæði hvat útsjónd og tí tekniska viðvíkur. Tað at VW Golf broytist so lítið er eitt sjaldsamt fyribrigdi. Tað er faktiskt eingin annar bilur, ið verður broyttur so lítið í útsjónd sum VW Golf.
Hóast talan er um ein nýggjan Golf, sum er broyttur og betraður á øllum økjum, líkist hann sær sjálvum. Og tað er ein succes hvørja ferð. Golfurin heldur sær væl, er tíðarleysur og heldur sera góðan prís sum brúktur. Soleiðis hevur tað verið í meira enn 30 ár. Frá Bilasøluni í Hoyvík verður sagt, at nýggi VW Golf kemur til landið november.