Ávaringark.lokkur við Føroyar
Hetta vísir kanning, sum føroyskir granskararar hava gjørt saman við granskaum á lærda háskúlanum í Bergen og úr Skotlandi hava gjørt og sum varð kunngjørd í gjár í heimskenda tíðarritinum ?Nature?. Grankararnir hava funnið fram til at streymurin av køldum vatni suðureftir úr Norskahavinum er minkaður við 25% seinastu 50 árini.Her er serstakliga talan um Føroyabanka-rennuna sunnan fyri Føroyar, sum er ein av týdningarmestu flutningsleiðunum hjá hesum sjógvi. Tað er hesin áhaldandi streymur (transportur) av sjógvi , sum er mest týðandi motorurin í Golfstreyminum, ið flytur heitan sjógv upp gjøgnum Norðuratlantshavið og sum harvið er við til at tryggja tað sera milda veðurlagið í okkara parti av heiminum. Hetta er fyrstu ferð, at tað verður prógvað, at stóru havstreymarnir í Atlantshavinum er vornir munandi veikari skrivar norska blaðið Bergens Tidende.
Granskarar, sum hava kannað árinini av økta CO2-útlátinum, hava leingi gitt, at vakstrarhúsárinið fór at ávirka Golfstreymin. Granskararnir eru nærum vísir í, at CO2 útlátið er orsøkin til, at Golfstreymurin er við at steðga upp og halda, at minkingin hevur verið umleið 6% seinastu 50 árini.