?Gollum? funnin deyður í Panama

Eitt slímut, hárleyst ódjór, sum bleiv niðurfelt av nøkrum tannáringum í Panama, hevur elvt til lívligt kjak á internetinum. Er tað eitt veruligt ódjór ? ella er tað falskt? Sambært tí amerikonsku sjónvarpsrásini Telemetro, er tað talan um eitt ókent ódjór, sum leygardagin sníkti seg inn á fimm dreingir í aldrinum 14 til 16 ár nær eina holu í Cerro Azul, norðanfyri Panama City.

 

Sjónin av tí hárleysa ódjórinum gjørdi dreingirnir frá sær sjálvum. Men ístaðin fyri at renna burtur, framdu teir eitt álop á ódjórið og drópu tað við steinum og træpettum. Tey lokalu í Cerri Azul hava longu givið ódjórinum navnið ?Gollum?.

 

-Eg havi bert sæð eitt líknandi djór einaferð áður, og tað var í Ringanna Harri filmunum, sigur ein av dreingjunum sambært Telemetro.

 

Teoriirnar eru nógvar í tali, um hvat hesin skabningurin veruliga er ? til dømis, at talan kann verða um eitt vanskapt doviðdýr. Og so eru tey sjálvsagt fleiri, ið halda, at myndirnar eru telduviðgjørdar og falskar.