Seinasta vikuskiftið spældi fyrrverandi enski landsliðsspælarin Dennis Wise sín fyrsta dyst fyri felagið Coventry, har eisini føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen spælir.
Venjarin Micky Adams hevur áður samstarvað við Dennis Wise, og nú hevur hann fingið gamla stórspælaran til felagið at hjálpa Claus og teimum í eitt hálvt ár.
Dennis Wise er ein kendur og royndur spælari. Tað er gott at hava fingið ein slíkan styrk á liðið, og vit aðrir kunnu læra nógv av einum slíkum spælara, sigur Claus Bech Jørgensen.
Hann stúrir als ikki fyri, at Dennis Wise skal forða fyri, at hann fær spælitíð á besta liðnum hjá Coventry.
Vit mangla spælarar á sentrala miðvøllinum, tí tveir av teimum, sum vanliga spæla har, eru skaddir í longri tíð, og tí er tað gott at fáa Dennis Wise afturat, sigur Claus Bech Jørgensen, sum sjálvur hevur spælt nógv á júst sentrala miðvøllinum í hesum kappingarárinum.
Legenda í Onglandi
Dennis Wise er næstan at rokna sum ein legenda í enskum fótbólti. Hann byrjaði yrkisleiðina í Southampton, men flutti longu sum 18 ára gamal til Wimbledon, har hann var partur at tí nógv umrødda Crazy Gang.
Í 1990 flutti Dennis Wise til Chelsea at spæla, og upphæddin á slakar 20 milliónir krónur, sum Chelsea lat fyri hann, var størsta keyp hjá felagnum tá nógv er broytt síðani tað.
Dennis Wise spældi í 11 ár í Chelsea, og hann var fleiri ár liðformaður á liðnum. Hann tók millum annað í móti FA Cup steypinum í 1997 og 2000, og hann var ársins spælari í Chelsea í bæði 1998 og 2000. Í 2001 flutti hann til Leicester at spæla, og síðani hevur hann spælt fyri fleiri feløg.
Claus var skaddur
Nú er tann 39 ára gamli miðvallarspælarin liðfelagi við Claus Bech Jørgensen, og tað gekk strúkandi í fyrsta dystinum hjá Wise við Coventry. Teir spældu ímóti Derby og vunnu heili 6-1.
Dennis Wise spældi við, men honum ikki heilt ólíkt, hevur hann longu fingið leikbann til næsta dystin. Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, segði einaferð um Dennis Wise, at hann kundi byrja ein bardaga í einum tómum húsi.
Jú, hann hevur framvegis temprament, men enn kenna vit hann so lítið, tí hann hevur vant við í minni enn eina viku, sigur Claus Bech Jørgensen.
Føroyski landsliðsspælarin spældi ikki við Coventry farna vikuskiftið, tí hann hevði ein minni skaða, men hann er komin fyri seg aftur og roknar við at spæla aftur um vikuskiftið í ensku steypakappingini.