Gamli handilin á Geil er opin. Eins og so nógvir aðrir bygdarhandlar hevur hesin verið afturlatin í fleiri ár. Nú er hann opin og stendur púra órørdur í nærum sama líki. Her eru ymsir lutir, bomm og dukkulisur til keyps. Í Atustovu ber til at vitja eitt føroyskt heim, sum tað sá út í 1940-50’unum. Her sæst, hvussu fólk búleikaðust, og hvussu tey pyntaðu til jóla. Ølvustova er gamla savnið í bygdini. Jólatræið er pyntað og torvleypurin er í túninum.
Gamla træsmiðjan letur upp við alskyns barnaleikum - júst sum í jólasanginum:
Her eru dukkur og dukkustovur,
hestar, bilar og bátar,
ein so vakur flúgvari
og nógvir tinsoldátar.
Jólini nærkast í hvørjum,
allarbest mær hugnar í Føroyum.
Nú er stund at gleða seg,
tí jólini nærkast í hvørjum.
…… úr ”Eg eri jólamaðurin” eftir H.J. Højgaard & M Johannesen
Kom inn á gátt í kaffistovuni, skriva eitt postkort til tíni kæru, sum tú kanst senda frá gamla posthúsinum. Tann reyði postkassin hongur uppi.
##med2##
Jú, Funningur er ein aldargomul bygd, ivaleyst hin elsta. Hendan vakra, fjalda bygdin millum Djúpini og Føroya hægstu fjøll beint innan fyri gáttina í Funningsfirði.
Í Føroyinga søgu stendur at lesa, at landnám í Føroyum var í Funningi, og at hesin staður soleiðis fekk navnið. “Fyrstur Grímur Kamban í oyggjum festi tjøld,” kvað skaldið. Hendan søgan um Grím Kamban er líka gomul sum bygdin, tí hava funningsfólk í mong ár hugsað um at reisa Grími Kamban eitt minnismerki. Serstaka standmyndin hjá Hans Paula Olsen stendur í Húsabøi beint við kirkjuna.
Tiltakið er opið leygardagar frá kl. 12-19 og sunnudagar frá kl. 14-19 í jólamánaðinum. Fyrsta vikuskiftið er sálmaløta í kirkjuni kl. 16:00 og jólamarknaðar við handvirkaðum vørum í skúlanum frá kl. 12.00 . Fylg við á facebookvanganum Jól í Runavíkar kommunuum broytingar eru í skránni.
Hjartaliga vælkomin til Gomul jól í Funningi.