Gomul klæðir geva yvirskot

Í 2006 eydnaðist tað endurnýtslubúðunum hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar at fáa eitt yvirskot á 15,6 milliónir krónur. Eyndurnýtslubúðin í Føroyum gav íkast á 100.000 krónur, sum Pipar og Salt gav teimum. Hetta er fjórða árið á rað, at tað eydnast teimum sjálvbodnu í teimum 118 endurnýðslubúðinum hja Neyðhjálp Fólkakirkjunnar at fáa yvirskot. Í tíðindaskrivi verður sagt, at høvuðsorsøkin til tað góða úrslitið, eru tey umleið 3.700 sjálvbodnu, sum hvørja viku brúka nakrar tímar upp á hetta arbeiði. Ein onnur orsøk er, at fimm nýggjar endurnýtslubúðir sóu dagsins ljós í fjør – ein teirra í Niels Wintersgøtu 9 í Havn.