Gomul mynd úr Klaksvík

Myndin er tikin í august 1949 í sambandi við at danin Dr. Vagn Stærmose, sum var yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og kommunulækni, var deyður. Minningarhald er í sjúkrahúsgarðinum, áðrenn kistan fór av landinum. Hann varð grivin í Danmark.

Sjúkrasystrar standa rundan um kistuna og presturin, helst Niels Rasmussen, stendur á trappusteininum. Nógv fólk eru komin saman til minningarhaldið. Vinstrumegin situr orgulspælarin. Á flaggstongini er Dannebrog í hálvari stong. Á skeltinum stendur ”Vitjunartíð frá kl. 3-4”.


Dr. Stærmose var ein sera væl umtóktur lækni. Hann noyddist ofta at fara til útoyggjarnar við læknabátinum "Medicus". Ikki var altíð so tespiligt at fara í læknaørindi í óveðri, og nógv varð lagt fyri, tá ið læknahjálp var fyri neyðini. Hann var eisini skúlalækni í Klaksvík, og plagdi hann at vitja skúlan at kanna børnini, tá ið okkurt serligt var á vási, umframt at hann eisini var lækni hjá hermonnunum undir krígnum.


Dr. Stærmose var giftur við Helenu, dóttir Sofíu, f. Hansen, og Alexander Enniberg, lærara, í Klaksvík. Tey fingu dóttrina Karen, sum býr í Danmark.


Um onkur hevur okkurt at viðmerkja í sambandi við hesa myndina, er viðkomandi vælkomin at ringja til Sosialin á tel. 341844 ella 216135.