Gomul noydd at stjala hjálpitól

Gomul, ið flyta á ellis- ella røktarheim, hava ikki rætt til hjálpitól frá Hjálpitólamiðstøðini, og tí mugu tey dylja sum mansmorð, at tey flyta inn á stovn, fyri at varðveita hjálpitólini

Støðan hjá teimum gomlu, ið flyta á stovn er mannminkandi, tá tað ræður um at fáa tey røttu hjálpitólini. Hetta vísir leiðslan á Lágargarði á í brævi til løgtingið og Almanna- Heilsumálastýrið.

Tá tú flytir á stovn, hevur tú nevniliga ikki æongur rætt til at fáa hjálpitól frá Hjálpitólamiðstøðini, og hevur tú longu hjálpitól haðani, skalt tú lata tað inn aftur, tá tú flytir á ellis- ella røktarheim. Og frá stovninum, tú flytir inn á, kanst tú ikki rokna við at fáa nakað hjálpitól, tí játtanin hjá stovnunum er so mikið lág, at teir hava ikki ráð at keypa hesi hjálpitól.


Latast inn alt fyri eitt

Leiðslan á Lágargarði vísir við ítøkiligum dømi á, hvussu ógvusligur ójavnin er á, um brúkarin býr á stovni ella hann býr heima.

Sagt verður, at eitt tað ógvusligasta dømi vísti seg, tá ein kona fekk í boði búpláss á Lágargarði. Hendan hevði leingi ligið heima, og hevði hon fingið eina serliga sokallaðaantidecubitus madrassu, ið forðaði fyri, at hon fekk liggisár. Hendan madrassan kostaði 37.00 krónur. Tá konan flutti inn á Lágargarð, fekk hon beinanvegin boð frá Hjálpitólamiðstøðini um, at madrassan skuldi latast inn aftur beinan vegin, tí annar brúkari skuldi hava hana.

Lágargarður átti ikki slíka madrassu at lata konuni, og tí var einki annað at gera enn, at heimið sjálvt rindaði madrassuna av síni egnu lágu játtan.

? Vit mótmæltu sjálvsagt hesari mannagongd og kravdu, at madrassan fylgdi við konuni, og at vit fingu neyðugu tíðina til at søkja um, at konan fekk játtað hetta, fyri hana so átrokandi neyðuga hjálpitól, sum persónligt hjálpitól, siga tey í brævinum og vísa á, at heimarøktin frammanundan hevði roynt hópin av ymiskum madrassum til konuna, men eingin onnur uttan hendan var hóskandi.

Lágargarður sendi umsóknina um madrassuna alt fyri eitt, men heimið fekk noktandi svar.


Søgan endurtekur seg

Í brævinum til løgtingið og Almanna- og Heilsumálastýrið vísir leiðslan á Lágargarði á, at sama søgan endurtekur seg ferð eftir ferð, tá fólk, sum hava fingið koyristólar serliga tilpassaðar til sín tørv goldnar og játtaðar sum neyðugt hjálpitól, flyta inn á bústovn. Skulu hesi flyta inn á Lágargarð, mugu tey dylja sum mansmorð, at tey skulu á stovn, tí vandi er tá fyri, at Hjálpitólamiðstøðin krevur koyristólin aftur.

Leiðslan á Lágargarði heldur ikki, at tað kann vera meiningin, at brúkarin ikki fær tað, fyri hann, best hóskandi og nøktandi hjálpitólið, sum, sambært vegleiðing og ráðgeving frá ávíkavist fysio- og ergoterapeutum, átti at tryggja brúkaranum fræga lívsgóðsku, samstundis, sum hetta eisini hevði spart orku starvsfólkanna.


Ov lágar játtanir

? Samstundis sum alt hetta hendir vita øll, at játtanirnar til stovnarnar eru so mikið teprar, at stovnarnir ikki hava ráð til at nøkta hjálpitørvin hjá búfólkunum, og verður úrslitið tessvegna, at tey gomlu sita í tilvildarligum, gomlum, ótilpassaðum stólum, sum heimið kanska hevur standandi, siga tey frá Lágargarði.

Samstundis verður víst á, at heimini kring landið »goyma« eina rúgvu av hjálpitólum.

Sagt verður, at dentur eigur at verða lagdur á meira fyribygjandi tiltøk bæði vegna brúkara og starvsfólk, og í hesum sambandi hava hjálpitólini alt at siga.

? Verður gjørt upp í peningi, ivast vit onga løtu í, at hetta er ein vánalig raðfesting, sum kundi verið bøtt um við einari væl virkandi hjálpitólatænastu, og heita vit tessvegna á avvarandi myndugleikar um eisini at minnast til hjálpitólatænastuna, nú eldraøkið annars verður raðfest á fíggjarlógunum fyrstu komandi árini, siga tey at enda í skrivinum.