Hægstirættur í Russlandi hevur tikið ta avgerð, at tann seinasti russiski keisarin, Nikolaj II, og húski hansara vóru offur fyri politiskum ágangi, og at tey skulu fáa uppreisn og heiður. Avgerðin er tikin, eftir at skyldfólk hjá keisarahúskinum í mong ár hava stríðst fyri at fáa ein tílíkan úrskurð.
Nikolaj II, kona hansara Alexandra, teirra fimm børn, lívlækni keisarans og fleiri av teirra tænastufólkum vórðu skotin í býnum Jekaterinenburg í russiska uppreistrinum í juli í 1918.
Í novembur í fjør segði ein russiskur undirrættur, at talan var um vanlig morð, sum ikki kundu tengjast at politiskum rembingum. Men hægstirættur kemur til eina heilt aðra niðurstøðu og sigur, at drápini í Jekaterinenburg vóru beinleiðis avleiðing av tí politiska ófriðinum í Russlandi tá.
Nikolaj keisari var av Romanov-ættini, og hendan ættin hevur fingið eitt slag av einari endurreisn, síðani Sovjetsamveldið datt sundur.