Gongd á fiskivinnuskúlan

Arbeiðið við at byggja Fiskivinnuskúlan í Vestmanna er nú komið somikið áleiðis, at fundamentið er liðugt stoypt. Harumframt er jørð- og kloakkarbeiðið komið væl áleiðis. Nýggjur skúlabygningur til Fiskivinnuskúlan verður nú bygdur á økinum við ferjuleguna í Vestmanna. Í skúlanum verður pláss fyri 100 næmingu. Skúlin fær 3 skúlastovur og eina serstovu umframt 5 bólkarúm, auditorium og annað, sum hoyrir til ein skúla.

Tað er p/f M.T Højgaard sum eru farnir í gongd við at gera nýggja skúlan, og er fundamenti liðugt stoypt.

Mentamálaráðið er arbeiðsánari, meðan Landsverk er byggiharri. Tekniskur ráðgevi eru Sp/f MAP Arkitektar, Verkfrøðingastovan, p/f Sofus M. Jakobsen og p/f KJ Elráð. Av Landverkið verður sagt, at miðað verður ímóti, at arbeiðið verður liðugt mánaðarskifti aug./sept. 2008. Kostnaðarætlan fyri nýggja Fiskivinnuskúlan er 29 mió. kr.