Gongdin er ræðandi

Taks hevur lagt hald á eina metstóra nøgd av rúsevnum

Higartil í ár hevur Taks lagt hald á metstórar mongdir av rúsevnum. Taks sigur, at higartil í ár hava tey nevniliga lagt hald á heili 23 kilo av rúsevnum. Tað mesta av hesum er hassj, men Taks hevur eisini lagt hald á kokain og MDMA, og onnur sterkari evni. 

 

Taks sigur, at sostatt hava tey lagt á fýra ferðir so nógv rúsevni í ár, sum tey løgdu hald á í fjør, tá ið hald varð lagt á seks kilo av rúsevnum

 

Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, heldur, at tað ræðandi, at so stórar mongdir av rúsevnum verða smuglaðar til Føroya. Hann sigur, at tað er vorðið vanligt at finna rúsevni uppi á ferðafólki, í postinum, og í flutningi annars.

 

Hann sigur, at tað er ringt at meta um, hvussu nógv ikki verður funnið í ftirlitinum, tí arbeiðsorkan er avmarkað, helst nú bæði innflutningur og ferðafólkatal eru vaksin so nógv.