Gongukapping niðan á Sátuna

   

Á Sundalagstevnuni, sum verður hildin næsta vikuskifti verður ein heldur øðrvísi kapping, ein gongukapping frá Royndarstøðini í Kollfjarðadali niðan á Sátuna. Hetta er ein túrur, sum vanliga tekur umleið ein tíma, men kann gerast væl skjótari. Lendið er gott at ganga í, ikki so øgiliga bratt, og leiðin verður væl avmerkt, soleiðis at eingin kann villast. Harumframt standa fólk á leiðini niðan at ansa eftir.
Vit vilja eggja seyðamonnum, ítróttarfólki og gongufólki til at taka kappingina upp, men vóna eisini at nógv onnur, sum ikki eru so skjót á fótum fara at luttaka, tí hesin túrurin er ikki so torførur at ganga. Tað er jú altíð sálarbót at sleppa í hagan, og fyri tey, sum ikki hætta sær undir allan teinin, hava vit gjørt ein minni túr niðan á Skælingstjørn
Byrjað og endað verður við Royndarstøðina, har málið er.
Allir luttakarar fáa skreytblað.
Steyp og heiðursmerki verða latin til skjótastu kvinnurnar og skjótastu menninar.
Tilmelding verður á Royndarstøðini áðren kappingina. Byrjað verður sunnudagin kl. 14,00.