Gongur eftir ætlan at gera Marknagil

Higartil gongur arbeiðið at byggja skúladepil í Marknagili eftir ætlan

Fyribils tað gongur tað eftir ætlan at gera skúladepilin í Marknagili.

 

Tað kundi Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, vátta fyri Løgtinginum í dag.

 

Hann sigur, at tey í Mentamálaráðnum fylgja væl við arbeiðnum og tey fáa kunning frá Landverki við jøvnum millumbilum um, hvussu tað gongst við byggingini.

 

Tað er eisini ein stýrisbólkur við umboðum frá Landsverki og Mentamálaráðnum, sum fylgir við arbeiðnum, og sum hevur dagligt samskifti um byggingina.

 

Samstundis eru fundir ímillum partarnar minst einaferð um mánaðin um byggingina.

 

- Allar tær síðstu frágreiðingarnar, vit hava fingið, siga okkum, at tað gongur væl við byggingina.

 

Tað eru ongar ábendingar um, at nøkur munandi frávik eru í byggingini, sigur Bjørn Kalsø.