Gongur í fótasporum móðir sínar

Oluffa á Høvdanum er eitt kent navn innan svimjing í Føroyum, tá hon í nógv ár hevur staðið við hylin og lagt ungum svimjarum lag á. Nú gongur sonurin Kári í fótasporum móðir sínar, og hann var ein av teimum heilt ungu svimjarunum, ið fingu landsliðsboð, tá venjarin setti hópin

Tey, sum fylgdu við í svimjing í áttatiárunum, munnu kennast við navnið Oluffa á Høvdanum. Hon var við landsliðnum tríggjar teir fyrstu Oyggjaleikirnar antin sum landsliðsvenjari ella hjálparvenjari. Síðani hevði hon ein steðg uppá tíggju ár, men í 1999 var hon aftur við landsliðnum sum venjari. Seinastu mongu árini hevur Oluffa, ið er klaksvíkingur, búð í Gøtu, har hon hevur verið venjari hjá svimjifelagnum Skeggjum.
Ein av teimum blaðungu svimjarunum, ið heldur óvæntað vórðu úttiknir av landsliðvenjaranum, var Kári Jóannesarson á Høvdanum. Hann kláraði ikki kravtíðirnar hesuferð, men venjarin hevur bitið merki í evnini hjá unga alvanum, og hann fekk tí møguleikan at royna seg á leikunum hesuferð.

Uppvaksin í svimjihøllini
Hóast Oluffa hevur verið virkin innan svimjing í nógv ár, hevur hon ongantíð sjálv verið í hylinum á Oyggjaleikunum.
- Tá eg var ung, var venjaratrot í Føroyum, og tí gjørdist eg venjari í Ægir og seinni eisini á landsliðnum, greiðir hon frá. Oluffa var bert tjúgu ára gomul, tá hon fyrstu ferð var við landsliðnum sum venjari í 1985.
Nú er tað so sonurin, ið eigur tørn, og hann hevur fylgt í fótasporum móðir sínar.
- Kári var allatíðina við mær, tá eg var venjari í Skeggjum í Gøtu, og hann dugdi eisini tíðliga at svimja, sigur Oluffa um sonin, sum nú er sloppin inn í landsliðshitan.
Hóast Oluffa kanska kundi tonkt sær at heppa á sonin á komandi leikum, fer hon ikki við sum áskoðari hesuferð.
- Tú kanst ætla, at eg eri ræðuliga spent, og eg fari at fylgja hvørjum taki í útvarpi og sjónvarpi, sigur Oluffa, sum flennandi leggur afturat, at sonurin skal sleppa at vera ungur, uttan at mamman hongur uppí.
Hon metir tó, at tað verður sera torført hjá Kára at vinna seg upp á sigurspallin.
- Hann er ungur enn, og tí verður tað sera torført hjá honum at standa seg í kappingini við teir eldru og meira royndu svimjararnar. Hinvegin kann tað vera sera læruríkt hjá honum at vera við og at kappast við aðrar stinnar svimjarar, sigur Oluffa. Hendan ferðin kann sostatt geva Kára enn meira blóð á tonna til framtíðar avrik.
- Tað er eisini sunt hjá einum ungum svimjara at síggja aðrar svimjarar, ið svimja skjótari enn ein sjálvur, og tað er ein partur av lærdóminum sum svimjari, sigur Oluffa, ið óivað tosar av hollum roymdum sum venjari.

Ætlar sær finalupláss
Sjálvur var Kári sera ovfarin, tá hann fekk boð frá landsliðsvenjaranum, Petur Heðini á Fløtti, at hann skuldi við til Hetlands í summar. Kári er bert fimtan ára gamal og harvið yngsti maður við landsliðnum hesuferð - onkur genta er tó yngri enn hann.
Hann hevði ikki klárað kravtíðirnar, men evnini hjá tí unga svimjaranum svitast ikki. Svimjisambandið hevur í ár givið venjaranum tann møguleika at geva nøkrum ungum svimjarum, ið ikki hava klárað kravtíðirnar, møguleika at vera við fyri at menna ungdómsarbeiðið enn meira.
- Eg hevði sett mær sum mál, at eg skuldi við til Oyggjaleikirnar á Rhodos í 2007, og eg gjørdist tí sera bilsin, tá Petur Heðin sendi boð eftir mær longu nú, sigur Kári.
Greinin, har Kári stendur seg best er ryggsvimjing, og umframt stafettina hann skal luttaka í 100 og 200 metur rygg.
- Fyrst og fremst er málið at koma í finalurnar í mínum greinum og harnæst at klára fimtbestu tíðina, sum kann geva atgongd til komandi Oyggjaleikir á Rhodos, sigur Kári, sum ikki letur nakran iva vera um, at hann ætlar sær at klára kravtíðirnar til leikirnar um tvey ár.
Higartil hevur venjingin hjá teimum gingið væl, heldur Kári. Tey venja sjey til níggju ferðir um vikuna, og tað fer sjálvsagt við nógvari tíð.
Um sín uppvøkstur innan svimjing sigur Kári tað sama, sum mamman greiddi frá.
- Mamma var venjari, og eg var altíð við henni í svimjihøllini, so eg havi svomið, síðan eg var heilt lítil, sigur Kári.
Hann er sera spentur til hesa kappingina, tí at hetta jú er fyrstu ferð, at hann sleppur at luttaka við føroyska landsliðnum á Oyggjaleikunum.
- Tað er eisini gott at sleppa at royna seg í slíkum kappingum og at uppliva umhvørvið kring tær á ungum aldri, heldur Kári.
Og hann er óivað ein svimjari, ið vit fara at síggja meira til komandi árini, um hann væl at merkja heldur fram við svimjingini á eins høgum støði sum nú.
Og man móðirin ikki fara at geva honum okkurt stimbrandi ráð undan leikunum á Hetlandi, hóast hon bert kann fylgja avrikum hansara ígjøgnum fjølmiðlarnar.