Gongur framá Chelsea

Enn noyðist Roman Abramovich at spræna pening inn í altíð tysta pengakassan í Chelsea, men seinasti roknskapurin staðfestir, at tað gongur framá. Hesa ferð var hallið hjá felagnum »bert« £74,8 mió. Inntøkurnar hjá felagnum settu í fjør met við £190,5 mió, men nóg mikið til at rinda útreiðslurnar var hetta tó als ikki. Seinastu trý roknskaparárini hevur Abramovich spýtt á leið 3 mia kr. í kassan hjá Chelsea, men um tvey ár er ætlanin, at roknskapurin skal javnviga, verður sagt.