Gongur framá á Sandi ­ men spakuliga

Tað hevur verið eitt sindur stirvnari at koma ígongd enn vit væntaðu. Men ta- batnar hvønn dag

Enn eru ikki øll segl sett til í Sandoynni. Verri enn so.

Tá ið flakavirkið heima á Sandi varð upplatið aftur seinasta hósdag, eftir at gólvið hevði verið skróvturt í fýra ár, skarst ikki burtur, at sandoyingar væntaðu sær nógv.

Men øll byrjan er trupul. henda byrjanin hevur verið eitt sindur truplari enn væntað.

Tað hevur gingið eitt sindur trekari á Sandi, enn teir høvdu væntað. Og í Skopun eru tekniskir trupuleikar enn, so tað virkið verður heldur ikki latið upp nú í vikuni, sum teir høvdu roknað við.

So sandoyingar mugu brynja seg við tolið eitt sindur afturat.


Verið stirvnari

Egil Olsen, stjóri í Sandoy Seafood, sigur, at hann má viðganga, at barnasjúkurnar hava verið verri enn hann hevði væntað.

Virkið hevur staðið stilt í fýra ár, og alt tað tekniska er stirðnað. Tekniskir trupulleikar hava verið, men talan er ikki um nakað álvarsligt. Og tey smáttarí, sum hava stungið seg á vegnum, verða loyst so hvørt.

Hinvegin er eisini týðiligt, at fólkið er ikki í so góðari venjing longur, eftir at hava gingið fyri einki so leingi.

­ Men tað gongur framá hvønn dag, hóast tað gongur spakuliga, sigur Egil Olsen.

Og hann leggur afturat, at framleiðslan gongur hampiligt kortini, men sum frálíður verður tað nógv betri.

Men so leggur hann eisini afturat, at ein íslendingur, sum hevur verið á sandi vildi illa trúgva, at fólkið hevði ikki havt knív í hondini í fýra ár, tí hann helt, at tað gekk bara heilt væl...

Sjálvur ivast hann heldur ikki í, at framleiðslan fer at ganga nógv betri.

­ Tey duga jú at arbeiða fisk. Tað skal bara eitt sindur av venjing til, sigur stjórin


Skopun ikki opið enn

Táið virkið heima á Sandi læt upp seinasta hósdag, varð roknað við, at virkið í Skopun bleiv klárt at lata upp síðst í hesi vikuni.

Men tað kemur ikki at halda stikk.

Egil Olsen sigur, teknisku trupulleikarnir í Skopun hava verið væl størri, enn teir fryktaðu fyri.

So tað verður ikki teir fyrstu dagarnar, latið verður upp í Skopun. Kanska verður tað um eina viku.

Hinvegin væntar Egil Olsen ikki trupulleikar av ES krøvunum.

­ Virkini í Sandoynni eru í góðum standi og nú vit hava gjørt virkini ístand, hava vit gjørt tey s o, at tey lúka tey flestu ES krøvini. Virkið í Skopun er t.d. sera gott, uttan iva ímillum tey allarbestu í landinum.


Mugu byrja varliga Egil Olsen sigur at av tí sama er fiskavirkingin í oynni ikki komin upp á tað støðið enn, sum ætlanin er.

Egil Olsen sigur, at tað hevur stóran týdning ikki at leypa framav, men at vera varin og arbeiða seg spakuliga upp.

­ Tað nyttar ikki at taka ímóti eini stórari last fyrrenn vit hava fingið fult tamarhald á teknikkinum.

Hann sigur, at ein fortreyt fyri at kunna taka ímóti nógvum fiski ísenn, er at virkið í Skopun eisini er opið. Vit eru ikki serliga væl fyri fyrrenn virkið í Skopun er opið.

Higartil hevur virkið í Sandoynni tikið ímóti góðum 60 tonsum og arbeitt hevur verið hvørnn dag, uttan til og við týsdegnum.

Men tey hava ikki verið meiri enn 15-20 fólk til arbeiðis hvønn dag.