Tað gongur illa at seta nýggjan leiðara fyri bú- og heimatænastuna í Suðuroy, sum umsitur eldraøkið og heimatænastuna. Seint í fjør segði leiðarin, Anna Djurhuus, seg úr starvi fyri aldur og fyri jól varð søkt eftir nýggjum leiðara. Tað gekk ikki sum ætlað og í januar varð starvið lýst av nýggjum.
Á býráðsfundi á Tvøroyri í gjár, spurdi Súsanna Bertholdsen, býráðslimur, borgarstjóran, Kristin Michelsen, hvussu tað gongur at seta nýggjan leiðara. Kristin Michelsen er eisini formaður í stýrinum fyri bú- og heimatænastuna og hann ásannaði, at tað gongur strilti at seta nýggjan leiðara.
Hann segði, at fyri tað fyrsta vóru tað fáir umsóknir til starvið, og síðani hava eisini onkur, sum søkti starvið, tikið umsóknina aftur. Men hann vísti á, at síðst í hesum mánaðinum skal stýrið aftur hava fund, og tá væntar hann, at starvið verður sett. Men tað er eisini ein møguleiki at starvið, enn einaferð, verður lýst leyst av nýggjum.