- Arbeiðið at áseta eitt føroyskt fátækramark, gongur seint.
Tað ásannar Sonja Jógvansdóttir, sum er limur í arbeiðsbólkinum, Annika Olsen setti í heyst at áseta eitt føroyskt fátækramark.
Endamálið var, at arbeiðsbólkurin skuldi vera liðugur 1. apríl í ár.
Men nú er mai mánaði skjótt liðugur og enn røkist einki fyri, at eitt arbeiðið at áseta eitt føroyskt fátækramark, verður liðugt.
Og Sonja Jógvansdóttir ásannar, at tað verður heldur ikki í bræði, at vit fáa nakað fátækramark.
- Tær mest bjartskygdu vónirnar siga mær, at vit vera liðug einaferð í heyst. Men kanska verður tað ikki fyrrenn næsta ár, sigur hon.
Hvat hoyrir til?
Tað eru ymsir mátar at áseta eitt fátækramark eftir, men í arbeiðsbólkinum er niðurstøðan, at vit skulu leggja eitt fátækramark eftir livikostnaðinum og kostnaðarstøðinum í samfelagnum.
Tað merkir, at vit skulu leggja eina kostnaðarætlan fyri, hvat krevst av pengum hjá hjá einum húski fyri at kunna hava eitt virðiligt lív, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Og fyri ein stóran part er tað júst hetta, kjakið í arbeiðsbólkinum nú snýr seg um.
- Hoyrir tað við til eitt virðiligt lív, at eitt húski hevur ráð til Televarpið, parabol og internet?
- Hoyrir tað við til eitt virðiligt lív, at eitt húski hevur ráð at fara uttanlands einaferð um árið í summarfrí?
- Eigur eitt húski at hava ráð at fara til tannlækna, lata børnini hava frítíðarítriv og keypa teimum Playstation?.
- Við øðrum orðum skulu vit royna at áseta, hvat er eitt rættvís útreiðsla hjá einum húski og tað er ein torfør uppgáva.
Fleiri fátækramørk
Hon sigur, at ein møguleiki er eisini at áseta fleiri fátækramørk.
- Eitt mark kann verða eitt avgjørt minstamark fyri, hvat krevst fyri at kunna liva. Síðani kann eitt mark vera fyri, hvat krevst fyri at hava eitt toluligt lív og eitt mark fyri, hvat skal til fyri at liva eitt innihaldsríkt og virðiligt lív.
- Tað eru ómetaliga nógvir spurningar at taka støðu til, tí arbeiðið er so umfatandi, sigur Sonja Jógvansdóttir.
- Tá ið vit hava ásett eitt fátækramark, skal tað vera eitt haldgott mark, sum vit eisini fakliga kunnu verja.
Men hon leggur afturat, at í arbeiðsbólkinum hava tey nógv, gott, fakligt kjak um hesi evnini, so arbeiðið at áseta eitt fátækramark gongur framm á, um enn tað gongur ógvuliga spakuliga.
Fátækramark gevur rættindi
Sonja Jógvansdóttir heldur, at tað hevur alstóran týdning at vit fáa eitt fátækramark.
- Vit hava nógvar bólkar í samfelagnum, sum eru illa fyri. Men hava vit eitt mark fyri, hvat fólk skulu hava at liva fyri, bindur tað politiska myndugleikan til at tryggja, at ongin fer niðurum fátækramarkið.
- Eitt fátækramark gevur sostatt landsins borgarum nøkur rættindi og ikki minst gevur eitt fátækramark børnunum nøkur ávís rættindi.
Hon sigur, at tølini, sum eru til taks, vísa, at tað eru nakrir ávísir bólkar í Føroyum, sum er í vanda fyri at enda í fátækradømi.
Talan er helst um konufólk og støk, men serliga eru ungar mammur við børnum, illa fyri og somuleiðis eru pensjónistar illa fyri.
- Tað vísir seg eisini, at longri burtur, vit koma frá miðstaðarøkinum, minni inntøku hava fólk. Men fyri tað er ikki sagt, at tey eru fátøk, tí ofta er kostnaðarstøðið eisini munandi lægri, ikki minst húsaprísirnir, samstundis sum at fólk á bygd ofta hava atgongd til jørð og annað náttúrutilfeingi.
Hinvegin ber eisini til at hava rættiliga góða inntøku, men kortini liva í fátækt, tí útreiðslurnar til bústað eru so høgar.
LES EISINI GREININA: Yvir 500 børn í Føroyum liva í størsta fátækradømi