Gongur seint at koppseta føroyingar

Tað tykist vera eitt tungt tak at koppseta seinasta triðingin av føroyingum. Enn eru bara 69,9 prosent liðugt koppsett

Tað vísa hagtølini hjá heilsumálaráðnum. Um vit samanbera við støðuna í Danmark, so rundaðu tey 75 prosent í síðstu viku.

 

Sambært tølunum hjá Heilsumálaráðnum í dag, so hava 73,1 prosent fingið fyrra prikið og 69,9 tað seinna og harvið liðugt koppsett.