Gongur skótt at umvæla brekið umborð á Smyrli

Tað gongur skjótari enn væntað at umvæla brekið umborð á Smyrli, ið hevur havt við sær, at skipið hevur siglt við 3 av teimum 4 motorunum.

 

Strandferðslan skrivar soleiðis á ssl.fo:

 

Umvælingararbeiðið gongur betur enn væntað, og sostatt fer Smyril aftur til vanliga ferðaætlan í kvøld, hóskvøld 27. Januar. Tvs., at Smyril siglur, umframt teir frammanundan lýstu túrarnar, eisini av Havnini kl. 21:15 í kvøld.

 

Sostatt fellur broytta ferðaætlanin fyri fríggjadagin 28. januar burtur, tí siglt verður smbr. vanligu ferðaætlanini fyri fríggjadag.

 

Fyri bygdaleiðir í Suðuroy merkir hetta eisini, at farið verður til vanligu ferðaætlanina fyri leið 700 og 701 í kvøld, soleiðis at koyrt verður frá Krambatanga uml. kl. 23:15.