TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr samrøðuna YouTube rásin hjá superligafelagnum, OB hevði við føroyska landsliðsspælaran, Jóan Símun Edmundsson fyri nøkrum døgum síðani.
Í samrøðuna greiðir Jóan Símun Edmundsson frá, at hann ger smá framstig nú ein tíð er liðin síðani skurðviðgerðina hann fekk í knænum fyri stuttum.
Enn venur Jóan Símun Edmundsson ikki líka hart, sum hinir í superligahópinum hjá OB, men hann vónar skjótt at kunna vinna seg enn longur fram á leiðini at endurvinna formin.