Gongur strálandi í Hvalbiar kommunu

Á eyka bygdaráðsfundi hjá Hvalbiar bygdaráði er roknskapurin hjá kommununi einmælt góðkendur.

Á eyka bygdaráðsfundi hjá Hvalbiar bygdaráði í vikuni varð roknskapurin hjá kommununi einmælt góðkendur.

 

Borgarstjórin, Trúgvi Gudmundarson, ásannar, at árið í fjør gekk væl fíggjarliga, og kommunan hevði eitt avlop á umleið tvær miljónir krónur.

 

- Inntøkurnar í fjør gjørdust 20,4 miljónir krónur, sum er stívliga tvær miljónir hægri enn mett. Haraftrat kemur, at vit gjørdu ikki allar tær íløgur í fjør, sum vit høvdu sett út í kortið.

 

Borgarstjórin vísir á, at inntøkurnar hjá Hvalbiar kommunu hava ligið millum 18 og 20 miljónir krónur seinnu árini, men hann dugir ikki at minnast, at inntøkurnar nakrantíð áður hava verið so høgar sum í fjør.

 

- Taka vit skattainntøkurnar higartil í ár, eru tær eisini nakað størri enn somu tíð í fjør, leggur Trúgvi Gudmundarson aftrat.

 

Hvalbiar kommuna er rættiliga væl fyri fíggjarliga. Skuldin er rættiliga lág, bert 3,5 miljónir krónur, og er soleiðis lagt undir eina álíkning.

 

Borgarstjórin sigur, at nú kommunan er farin í holt við at byggja vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla til 60 børn í Hvalba, er eingin trupulleiki at fíggja hesa verkætlan.

 

- Men, fyri tann skuld ynskja vit, at henda verkætlan verður framd so skynsamiliga og bíliga sum gjørligt.

 

Trúgvi Gudmundarson sigur, at hóast góðu gongdina, er kommunan altíð áhuga í at eftirhyggja raksturin.

 

- Tað vil so vera, at tað er altíð okkurt, sum til ber at gera bíligari, leggur borgarstjórin aftrat.