Havnarfólk skulu rinda tað sama í skatti næsta ár, sum tey rinda í ár. Tað er greitt, nú Tórshavnar býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár
Sostatt verður kommunuskatturin í Havn 19 prosent næsta ár, og barnafrádrátturin verður 8000 krónur fyri barnið.
Tað var bara meirilutin í býráðnum, sum atkvøddi fyri fíggjarætlanini, umframt Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin. Býráðslimirnir fyri Janaðarflokkin atkøddu blankt, tó at tey ikki vóru serliga atfinningarsom heldur. Men tey harmaðust kortini um, at tey ikki fingu betri stundir at samráðast við meirilutan um eina fíggjarætlan, tí hóast nógv gott er í henni, eru tað eisini viðurskifti, tey kundu hugsað sær øðrvísi - og tí hildu tey seg ikki kunnað atkvøða fyri fíggjarætlanini.
Men tey ávara samstundis ímóti at lata raksturin hækka ov nógv, tí tað kann enda galið, tá ið tíðirnar aftur fara at versna
Men sum heild dylja býráðslimir ikki fyri, at tað gongur sum brent hjá kommununi, tí inntøkurnar eru hægri enn nakrantíð.
Á fíggjarætlanini fyri næsta ár eru inntøkurnar mettar at verða 951 milliónir krónur og tað eru 9,6 prosent meiri enn í ár, her tær eru mettar at verða 868 milliónir krónur.
Næsta ár verða inntøkurnar av sjálvum kommunuskattinum mettar at verða 758 milliónir krónur, og tað er 8,9 prosent meiri enn tað, sum stendur á fíggjarætlanini fyri í ár. Men samstundis er upplýst, at tá ið árið í ár verður gjørt upp, fara inntøkurnar í ár helst at tátta í hundrað milliónir meiri enn tað, sum stendur á fíggjarætlanini.
Partafelagsskatturin er mettur at verða 30 milliónir næsta ár.
Næsta ár eru 197,8 milliónir krónur settar av til íløgur, men har fer tað mesta til utbyggingar, sum longu eru avtalaðar, eitt nú Tórshavnar Havn, Skúlan á Fløtum og Musikkskúlan.
Men 35 milliónir verða settar av til eldrarøktina, fleiri umlættingarpláss og røktarpláss og peningur skal eisini brúkast til at útvega fleirir grundstykki. Og samstundis verða 10 milliónir settar a til at gera ábøtur á kloakkskipanina fyri.
Aðrar størri íløgur hesi næstu árini eru kirkjugarðarnir í Hoyvík og við Velbastaðvegin, sum fara ið 18,5 milliónum tilsamanans.