Tað fjarar í vápnagoymslunum hjá Ukraina

- Hóast umfatandi hjálp úr vesturheiminum, megnar ukrainski herurin ikki at skapa framgongd á hermótinum, sigur russiski verjumálaráðharrin.

Russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, vil vera við, at hernaðargoymslurnar hjá Ukraina skjótt eru tómar. Hóast umfatandi hjálp úr vesturheiminum, megnar ukrainski herurin sambært verjumálaráðharranum ikki at skapa framgongd á hermótinum.

 

Á einari trygdarráðstevnu í Moskva segði Sergej Sjojgu, at ukrainsku hernaðargoymslurnar skjótt eru tómar.

 

Tað var í juni, at ukrainski herurin fór í mótálop í royndini at reka russisku herdeildirnar úr aftur Ukraina. Í hesum tíðarskeiði hevur Ukraina ásannað, at teirra herdeildir eru í hørðum bardøgum við russisku herdeildirnar.

 

Tíðindastovan NTB vísir á, at meðan Ukraina sigur seg hava framgongd kring Bakhmut har eysturi í Ukraina, sigur Russland seg hava framgongd kring býin, Kupjansk, í Kharkiv-regiónini í landnyrðingspartinum av Ukraina.

 

##med2##

 

 

 

Russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, saman við forseta landsins, Vladimir Putin.