Gongur væl hjá Christiani í Grótinum

Christian í Grótinum kom á Klaksvík sunnukvøldið um nátturðatíð við fullari last av svartkjafti og fór seinni um kvøldið á Fuglafjørð at landa

Klaksvík:
Hesin túrurin hjá Christiani í Grótinum var ein av teimum longru túrunum, tí tað viðraði stak illa. Veðrið hevur nógv at siga, tá talan er um svartkjaft, tí tá veðrið so er batnað aftur, kann tað taka upp til tveir dagar, áðrenn svartkjafturin samlar seg aftur, so tað loysir seg at royna eftir honum.
Palli Ziskason frá Pf Christian í Grótinum sigur, at hann hevur ikki tosað við nakran av monnunum enn, men hann veit kortini at siga, at hósdagurin var góður hjá teimum.
- Sum eg havi skilt, versnaði veðrið aftur fríggjadagin, men hóast tað, gekk tað gott. Ta seinastu náttina mundu teir fáa um 500 tons, sigur Palli Ziskason.
Spurdur um, hvussu teir eru nøgdir við árið hjá Christian í Grótinum higartil, svarar Palli, at alt sjálvandi kann gerast betur.
- Samanborið við hesa tíðina í fjør hevur skipið fiskað fyri fimm milliónir minni í ár. Men sum heild eru vit væl nøgd, kortini, sigur hann.
Christian í Grótinum verður verandi í svartkjafti í eina tíð afturat, síðani verður farið at royna eftir makreli.
Skipið lá eina løtu á Klaksvík sunnukvøldið, men fór so á Fuglafjørð at landa tey 2.000 tonsini, sum teir høvdu fingið.
Christian í Grótinum fór avstað aftur seinnapartin mánadagin.
Palli Ziskason sigur, at Norðborg er á sildaveiðu, og teir landa í Norra.
Teir hava nóg mikið at gera.