Ídnaður
Umsetningurin hjá felagnum vaks upp í heilar 270 miljónir norskar krónur, og úrslitið fyri skatt var út við 15 miljónir krónur.
Á heimasíðuni ravninfo.com siga tey, at fyri hvønn hundrað krónuseðil, sum felagið seldi fyri, tjenti Karmsund Fiskemel 5,78 krónur.
Hetta er besta úrslit í søgu felagsins.
Tað vóru feløgini Silfas og Norges Sildesalgslag, sum áður áttu verksmiðjuna, men um ársskiftið 2003/2004 fingu meira lokalir eigarar hond um felagið.
Karmsund Fiskemel hevur soleiðis verið ein góð íløga, og nýggju eigararnir hava tjent einar 20 miljónir norskar krónur fyri skatt seinastu trý árini.
Sambært heimasíðuni eru tað feløgini Koralfisk og Caiano Fisk, ið eiga flestu partabrøvini í fyritøkuni í dag.