tíðindaskriv
Komandi leygardag 2. juli verður gingið av Tvøroyri og til Fámjins. Bussur koyrir av Kunningarstovuni í Vági (býráðsskrivstovan) kl. 10:00 og av Kunningarstovuni á Tvøroyri (býráðsskrivstovan) kl. 10:30. Koyrt verður til gomlu kolaminurnar í Rangabotni, har túrurin byrjar. Gingið verður framvið hægsta fjallið í Suðuroynni, Gluggarnir, ið er 610 m. høgt, um Oyrnaskarð og oman til vakra Kirkjuvatn. Við á túrinum verður staðkent heimildarfólk.
Eftir loknan túr verður koyrt við bussi til kunningarstovurnar, har ið tit hava latið bilin standa eftir.
Bindandi tilmelding fer fram á Kunningarstovuni í Vági tlf. 37 43 42 ella á Kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 37 24 80, í seinasta lagið fríggjadagin kl. 16:00.
Havið heit og góð klæði, góðar skógvar, matpakka og okkurt drekkandi við. Eitt gott hugskot er eisini at hava ein kikara og kort yvir økið við, soleiðis at fylgjast kann við har gingið verður.