Google fær risastóra bót

Kappingareftirlið hjá ES heldur at Google misnýtir sína støðu á marknaðinum.

Kappingareftirlitið hevur givið Google 32 milliardir krónur í bót fyri at misnýta sína støðu á marknaðinum. Hetta er størsta bøtan, sum ES nakrantíð hevur givið, skrivar eb.dk.

 

ES vil vera við, at Google hevur misnýtt sína valdsstøðu á marknaðinum í samband við Android-stýriskipanina til fartelefonir.

 

Tað var kappingarkommisserurin í ES, Marianne Vestagar, sum kunngjørdi bótina á einum tíðindafundi í Bruxelles fyri løtu síðani.

 

Marianne Vestager hevur ákært Google fyri at noyða framleiðarar av fartelefonum at leggja forrit hjá Google inn á telefonirnar beinanvegin, um teir ynskja at nýta Android-stýrisskipanina, sum Google eigur. Talan er serliga um leitiappuna hjá Google og internetkagaran Chrome.

 

Marianne Vestager sigur, at hetta forðar kappingarneytum at sleppa inn á marknaðin, ein marknað, sum Google longu er mest sum einaráðandi á frammanundan. Eini 80 prosent av øllum fartelefonum nýta Android-stýrisskipanina.

 

Í fjør fekk Google 18 milliardir krónur í bót frá ES. Tá var tað fyri at misnýta sína støðu til at marknaðarføra sína egnu keyps-app.

 

Marianne Vestager hevur eisini eitt triðja mál koyrandi móti Google. Tað snýr seg um at Google misnýtir sína støðu á marknaðinum til at selja lýsingar á netinum.