Á vinnudegnum fríggjadagin 28. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar, har føroyskt vinnulív, politikarar og onnur áhugað fáa møguleikan at hoyra spennandi fyrilestar um viðkomandi evni, samstundis sum Ársins Virki og Ársins Átak verða avdúkað og heiðrað.
Millum fyrilestrarhaldararnar verður Julio Zaguini, sum í fleiri ár hevur starvast í Silicon Valley sum stjóri í risafyritøkuni Google. Í dag er hann íleggjari og ráðgevi innan innovatión og teknologiska menning. Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe, stjóri í Dropbucket, fer eisini at greiða frá um einnýtis ruskspannir, har Dropbucket hevur vunnið virðislønir, bæði í Norðurlondum og í altjóða design kapping.
Ein annar fyrilestrarhaldari verður Jonne Hellgren, stjóri og ein av stovnarunum av RePack. RePack er skjótt veksandi fyritøka, sum veitir burðardyggar endurnýtsluloysnir innan pakka- og flutningstilfar til e-handil. Fyritøkan fekk norðurlendsku umhvørvisvirðislønina í 2017.
Á Vinnudegnum verður eisini spennandi røð við styttri fyrilestrum undir heitinum “Lopið út í heim – royndirnar hjá føroyskum fyritøkum”. Her fara Árni Skaale, stjóri í LookNorth, Mariann Klein Ivansdóttir, stjóri í Royal Intercoiffure, Karin Visth, vínserfrøðingur á KOKS, og Guðrun Rógvadóttir, stjóri í Guðrun & Guðrun, at greiða frá teirra royndum við at selja vørur sínar til heimsmarknaðin.
Vinnudagurin í ár verður fríggjadagin 28. september, og tilmeldingarfreistin er sett til mikudagin 26. september 2018.