Árni Dahl skrivar í kvøld m.a í lesarabrævi, sent in.fo/Sosialinum, at Ísland júst hevur hildið 100 ára dag fyri fullveldinum.
Men øðrvísi er í Føroyum, metir hann í brævinum:
Vit standa okkum væl – í skaldskapi, í ítrótti og list, sum Poul F. kvað á sinni. Vit eru væl útbúgvin, og føroyskir granskarar gera vart við seg víða um lond.
Vit klára alt! Uttan eitt: at standa á egnum beinum. Tá ber ikki til. Tá skulu vit stuðlast við blokki og olmussugávum, skrivar Árni Dahl millum annað.
Í hesum døgum vitja umboð fyri danska kongshúsið okkum, og tey síggja út at vera sera dámlig fólk. Men vit skulu ikki vera so bláoygd, at vit halda, at vitjanin er tilvildarliga løgd – um eitt ár undan einum løgtingsvali í Føroyum.
Hjá hesi stoltu tjóð endaði alt í einum goragangi um, hvør ið skoytti um, og mest – hvør ið ikki skoytti um – at stíga um skipaborð á Danabrók at fáa sær krásir og ein góðan sopa, skrivar Árni Dahl í lesarabrævinum, ið kann lesast í fullari longd her: