- Vit mugu skilja, at amerikanski forsetin hevur skyldu til at tryggja tilveruna hjá tjóð síni. Men samstundis eiga vit, sum eru vinir, sameindir og samstarvsfelagar hjá USA, at ávara ímóti einari nýggjari vápnakappdubbing, segði Mikhail Gorbatjov í einum fyrilestri fyri bretskum parlamentslimum mikudagin.
Fyri tveimum mánaðum síðani skrivaðu forsetarnir Vladimir Putin og George W. Bush undir eina avtalu um at skerja talið á kjarnorkuløðingum hjá báðum londunum, men í Russlandi hevur Putin verið fyri atfinningum, tí avtalan loyvir londunum at goyma vápnini heldur enn at oyðileggja tey. Nógvir russar hava eisini fýlst á, at tann 30 ára gamli ABM-sáttmálin er farin úr gildi, tí í Russlandi varð sáttmálin mettur sum tann týdningarmesti liðurin í avdubbingini.
Seinastu árini hevur Mikhail Gorbatjov verið virkin í arbeiðinum at savna pening til at loysa teir ovurstóru umhvørvistrupulleikarnar, sum standast av teimum gomlu sovjetsku vápnagoymslunum við kjarnorkuvápnum, kemiskum og biologiskum vápnum. Í fyrilestrinum fyri teimum bretsku politikarunum nevndi Gorbatjov, at í Russlandi eru 200 kjarnorkukavbátar, sum hava so gamlar og slitnar reaktorar, at tað er neyðugt at gera okkurt.
- Vit stríðast framvegis við avleiðingarnar av teirri gomlu vápnakappdubbingini og eiga ikki at fara undir eina nýggja, segði gamli russiski leiðarin.