Gospel-café í Áarstovu

Leygarkvøldið 1. nov. verður livandi tónleikur í føroyingafelagnum í Århus, Áarstovu. Tað verða føroyskir tónleikarar, búsitandi í Århus, sum fara at framføra gospeltónleik Leygarkvøldið 1. nov. verður livandi tónleikur at hoyra í føroyingafelagnum í Århus, Áarstovu. Tað verða føroyskir tónleikarar, ið eru búsitandi í Århus, sum koma at framføra gospel tónleik.

 

Dyrnar lata upp kl. 20 og tiltakið verður soleiðis skipað, at tríggir ymiskir bólkar koma at framføra.

 

Bólkarnir verða hesir:

 

MC Restorff. Durita Restorff og Judy Andersen koma eisini at luttaka

 

Hervør og Kári á Torkilsheyggi

 

Pól Heri Hansen og Ragnhard Petersen

 

 

Kostnaður fyri hvønn 50 kr. - ókeypis kaffi og køkur.

Peningurin fer óskerdur til Áarstovu.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin sigur felagið í tíðindaskrivi