Gospel Prix á fyrsta sinni

Fyri fyrstu ferð nakrantíð í Føroyum verður skipað fyri einum gospel prixið í Føroyum. Anja Hansen og Eyðun Jacobsen eru stigtakarar. Prixið byrjar í august mánaði, og finalan verður í oktober. Øll innleiðandi umførini og finalan sjálv verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Føroya fyrsta Gospel Prix fer av bakkastokki í august mánaði í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Talan er um trý innleiðandi umfør við eini finalu.
Tað eru Anja Hansen og Eyðun Jacobsen, sum í samstarvi við Rás 2 og Televarpið, ið skipa fyri.
? Endamálið við Gospel Prixnum er at menna gospeltónleikin í Føroyum, tí okkara meting er, at kristin tónleikur er eitt sindur skumpaður í bakgrundina. Soleiðis sleppa bólkarnir á pall og sleppa at framføra tónleik undir góðum umstøðum, siga fyrireikararnir.

Televarpið við

Kravið til bólkarnar ella einstaklingarnar er, at teir skulu spæla kristnan tónleik. Hvat tónleikaslagið er, er líkamikið.
Bólkar og einstaklingar kunnu luttaka, men tó verður talan ikki um nøkur stór kór, sum fólk vanliga seta í samband við gospel. Tað kunnu í mesta lagi vera níggju persónar í einum bólki.
? Nakrar reglar hava vit eisini gjørt. Ein teirra er, at sami frontfigurur kann ikki verða í fleiri bólkum, men tilfarið, sum teir spæla nýtist ikki at verða sjálvskrivað. Tað gera bólkarnir sjálvir av, men boðskapurin skal vera kristiligur, greiðir Eyðun Jacobsen frá. Hann leggur stóran dent á, at høvuðsendamálið við Gospel Prixnum er ikki kapping, men heldur at skapa betri karmar fyri gospelbólkum í Føroyum.
Fyrireikararnir meta ikki, at eitt Gospel Prix fer at hava við sær, at gospelbólkar fara at halda uppat við at melda til Prix Føroyar. Gospel Prixið fer heldur at geva teimum møguleika at sleppa út til eina breiðari áskoðarafjøld.
Sum nakað heilt serligt, so er Televarpið eisini knýtt at tiltakinum. Og verður Gospel Prixið tað fyrsta stóra tiltakið, sum Televarpið fer at senda frá. Rás 1, sum rásin hjá Televarpinum eitur, fer at senda frá Gospel Prixnum vikuna aftaná, at innleiðandi umførini hava verið.
? Rás 1 byrjar at royndarsenda aftaná summarfrítíðina. Men tað verður við ymsum øðrum, og tað er ikki vist, at talan verður um livandi myndir beinanvegin. Gospel Prixið verður so tað fyrsta stóra, sum Rás 1 fer at senda frá, sigur Leila Hentze frá Televarpinum.
Útvarpsrásin, Rás 2, fer eisini at senda frá Gospel Prixnum. Tað verður sent beinleiðis út í luftina tey kvøldini, innleiðandi umførini eru, og eisini frá sjálvari finaluni.
? Vit vilja ikki hava nakran b-film. Hetta skal gerast væl og vit skulu hava eitt so gott tiltak, sum møguligt, og tað skal ikki standa aftanfyri onnur stór tiltøk í Føroyum, sigur Anja Hansen.

Vinningarnir

Fyrsta virðisløn verður helst luttøka á einum stórum summarfestivali onkustaðni í Evropa. Hvar, hvussu og nær er ikki fastlagt enn, og arbeitt verður eisini við eini studioupptøku. Vinningar verða eisini til bólkarnar, sum gerast nummar tvey og trý.
Viðvíkjandi fígging, so verður væntað, at tiltakið hvílir í sær sjálvum. Men søkt verður eisini um stuðul aðrastaðni frá.
? Alt er ikki endaliga fastlagt enn. Men Gospel Prixið verður, tað er heilt vist. Vit hava fingið ógvuliga positivar viðmerkingar frá teimum, sum vit hava tosað við, so vit eru ógvuliga spent uppá tað, sigur Anja.
Um Gospel Prixið verður eitt afturvendandi tiltak, vita fyrireikararnir ikki enn. Men um undirtøkan er nóg góð, so er væl hugsandi, at Gospel Prixið verður aftur á breddanum.
Tilmeldingarfreistin er tann 1. august, og innleiðandi umførini verða ávíkavist 30. august, 13. september og 27. september. Sjálv finalan verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 11. oktober.

Myndatxt: Anja Hansen er ein av fyrireikarunum aftanfyri Føroya fyrsta Gospel Prix, sum verður send av bakkastokki í august

Mynd: Jens Kr. Vang