Verkfallið hevur nú fingið avleiðingar fyri størstu gospelkonsertina í Føroyum í langa tíð.
Æltanin var, at svenski gospelrockbólkurin, Jerusalem, skuldi spæla í ítróttarhøllini í Runavík komandi leygarkvøld, men hendan konsertin er nú avlýst.
Adore Music, sum skuldi skipa fyri konsertini, heldur, at óvissan um flogferðslu og flutning er so stór, at teir ikki tora at gjøgnumføra konsertina.
? Flogferðslan er rakt av verkfallinum, og tí kann Jerusalem ikki fáa síni ljóðføri yil Føroya. Harafturat er rættiliga óvist, um vit kunnu flyta ljóðannleggið úr Havn til Runavíkar, nú blokada er í Kollafirði, sigur Eyðun Jacobsen frá Adore Music.
Óvist um teir koma seinni
Jerusalem er ein av fremstu gospelbólkunum í Europa, og tí var lagt upp til eina stóra konsert.
? Tað er sera spell, at vit mugu avlýsa konsertina, tí vit ætlaðu at hava eina konsert á høgum stigi. Men vit tora ikki at satsa uppá, at tað skal eydnast, soleiðis sum støðan er í løtuni, sigur Eyðun Jacobsen.
Enn er ikki avgjørt, um Jerusalemn kemur til Føroya seinni, men Adore Music vónar, at hetta fer at lata seg gera.