Gosvig vann samanlagt

Einasti útlendingurin í súkklukappingini KS Kring Føroyar, Kristian Gosvig, megnaði samanlagt at gerast bestur og vinna kappingina, sum í ár var eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár, tí kappast var bara í tríggjar dagar á fýra teinum

Í fjør var danski súkklarin, Kristian Gosvig, samanlagt nummar tvey í Statoil Kring Føroyar, sum kappingin æt øll tey undanfarnu árini, men nú hann aftur var við, eydnaðist honum at koma ovast á sigurspallin. Samanlagt brúkti hann seks tímar, tríggjar minuttir og 56 sekund um at súkkla teir 211 kilometrarnar, kappingin hesa ferð fevndi um.
– Tað er ótrúliga deiligt at koma aftur og vinna kappingina, eftir at eg ikki rakk allan vegin í fjør. At eg eri við í ár, stendst fyrst og fremst av, at ein steðgur annars er í teimum kappingum, eg plagi at vera við í, segði Gosvig eftir sigurin og eftir at borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, hevði hongt honum gullheiðursmerkið um hálsin.
– Eg haldi, at tað gekst sum væntað hjá mær, og eg eri í øllum førum sera væl nøgdur. So fái eg at síggja, um eg havi møguleika at koma aftur næsta ár at verja sigurin, men tað vóni eg.
Samanlagt var Kristian Gosvig hálvan minutt framman fyri Guðmund Joensen og góðar níggju minuttir framman fyri Gunnar Dahl-Olsen, ið gjørdust ávikavist nummar tvey og trý í kappingini, sum í ár bar heitið KS Kring Føroyar.

Gunnar vann Havnina
Tá fremstu súkklararnir seinnapartin í gjár komu inn í Havnina, vóru fýra samlaðir allarfremst. Teir vóru Torkil Veyhe, Guðmundur Joensen, Gunnar Dahl-Olsen og Kristian Gosvig úr Danmark.
Skjótt vísti tað seg tó, at Torkil hevði hug at dragna eitt sindur, so kappingin um at vinna tann seinasta teinin fór at standa millum hinar tríggjar. Seks umfør skuldu súkklast, og hóast Gunnar er væl eldri enn hinir báðir, sá hann út til at vera tann við frískastu beinunum.
– Tað eydnaðist tíbetur eisini at vinna henda seinasta teinin, og tað er altíð deiligt. Eg havi vunnið í Havn fyrr, og tað er ein deiligur sigur at fáa, segði Gunnar Dahl-Olsen, sum á málinum var ávikavist fimm og seks sekund framman fyri Guðmund Joensen og Kristian Gosvig.
– Hinir skuldu verið bæði skjótari og lættari enn eg, men eg visti, at kláraði eg bara at fylgja við teimum allan vegin til Havnar, so kundi eg saktans klára at kappast við teir inni í Havnini. Kanska er tað eisini soleiðis, at hóast skjótleikin ikki er tann sami sum fyrr, er taktiski førleikin blivin tilsvarandi betri.

Øðrvísi kapping
Eitt, sum var øðrvísi við kappingini hesa ferð, var ikki minst seinasti kappingardagurin, tí tveir teinar skuldu súkklast í gjár. Tað er ongantíð fyrr roynt í kappingini, har tað vanliga hevur verið, at ein teinur hevur verið til hvønn dagin.
Longu í gjáramorgunin klokkan níggju fóru fyrstu súkklararnir avstað frá Hotel Føroyum í einum einkultstarti, sum gekk teir 15 kilometrarnar niðan á Sornfelli. Hetta er ein fjallaeinkultstartur, droymt hevur verið um í áravís, og nú varð hann so royndur.
Tað, sum kanska gjørdi hann nakað tungan hjá fleiri av súkklarunum, var at teinurin dagin fyri, sum var í Suðuroy, taldi heilar 96 kilometrar, og tí vóru fleiri súkklarar heldur moyrir í gjár. Verður hesin leisturin brúktur aftur, er lítil ivi um, at teinurin í Suðuroy ikki verður so langur.
Seinnapartin í gjár var so aftur farið á súkklurnar og tá var teinurin úr Havn og norður ígjøgnum Kaldbakstunnilin, niðan á Oyggjarvegin og aftur til Havnar, har súkklast skuldi runt seks ferðir, áðrenn komið var á mál.
– Hesin einkultstarturin niðan á Sornfelli hóskaði mær sera væl, tí eg trívist best við eitt sindur av mótbrekku. Her var eisini tann fyrimunur, at tú tað nógva av tíðini kundi síggja hinar súkklararnar, sigur samlaði vinnarin í kappingini, Kristian Gosvig, ið tó dámdi betur rutuna í fjør.
– Tá ráddi nógv meira um at klintra í fjøllunum, og serliga haldi eg, at suðuroyarteinurin var betri enn hesa ferð, tí nú var eitt sindur av klintring at byrja við og síðani meira ella minni slætt. Tað vil siga, at skuldi tú leypa á, mátti tú gera tað beinanvegin og so royna at halda tað. Og tað er ikki so øgiliga spennandi, haldi eg.

Aðrir vinnarar
Umframt kappingina hjá monnum, var kapping hjá kvinnum, motionistum, unglingum og børnum, og øll tey bestu sluppu í gjár upp á sigurspallin í Gundadali.
Hjá kvinnunum var Marin Ennistein Heinesen einsamøll, so har var ikki tann stóra kappingin, men hon gjøgnumførdi væl og virðiliga, og hjá motionistunum gjøgnumførdu Sverri Mohr Edvinsson og Kári Simonsen allan teinin sum ávikavist nummar eitt og tvey.
Hjá unglingunum vóru tríggir teir bestu samanlagt ávikavist Dávur Magnussen, Jóanis A. Nielsen, Tóri Nielsen og Tummas Óli Erlingsson, og hjá børnunum Tummas Simonsen, Pauli Jacobsen og Bartal Dam Gregoriussen.
Hvussu verður við súkklukappingini næsta ár, er ikki heilt greitt enn, men eingin ivi er um, at fyrireikararnir í Tórshavnar Súkklufelag fegnir vilja hava kappingina aftur í gomlu leguna, har talan er um fimm dagar við fimm ella seks teinum.
– Tað nógva snýr seg um, hvat tað kostar, tí útreiðslurnar eru stórar av at skipa fyri einari sovorðnari kapping. Men fáa vit ein góðan høvuðsstuðul, ber saktans til at gjøgnumføra kappingina sum vanligt ella kanska sum eina samanrenning av tí, vit hava roynt hesa ferð og so tí, sum tað hevur verið áður, sigur Gunnar Dahl-Olsen, ið saman við Sverra Mohr Edvinsson hevði lagt kappingina hesa ferð til rættis.
– Eitt, sum vit saktans kundu endurtikið, er at hava tveir teinar sama dag, tí tað sá út til at rigga fínt. Í øllum førum er hetta alt nakað, vit fara at hyggja eftir sum skjótast, so vit um ikki so langa tíð hava sett eina góða og áhugaverda kapping saman, ið kann lokka útlendskar súkklarar hendavegin eisini.