Nógv fólk var savnað á bryggjuni í Klaksvík sjálvan Alla Halganna morgun, tá línuskipið Ågot stevndi inn um Pollin við merkinum í hálvari stong.
Skipið hevði fingið ein ógvusligan sjógv sunnan fyri Føroya Banka um hálvgum tíggju tíðina sunnumorgunin. Sjógvurin kom inn á stýriborð aftanvert á skipinum, og var hann so mikið harður, at hann trýsti hurðina á brúnni inn í heilum líki.
Skiparin lat lív
Tveir mans vóru staddir á brúnni tá skipið fekk sjógvin. Teir vóru skiparin Pól Eyðfinn Poulsen, sum sat í skiparastólinum og ein dekkari, ið stóð í bakborðssíðu.
Tá sjógvurin breyt hurðina og durðakarmin inn á brúnna í heilum líki og brúgvin fyltist við sjógvi, leyp dekkarin niður undir eftir hjálp. Komin upp aftur á brúnna sá hann, at skiparin var dottin úr stólinum. Hann hevði fingið hurðina á seg.
Borið var skjótt at við at forða fyri at meira sjógvur kom í skipið og skiparin varð fingin í koyggjuna, har roynt var at fáa hann til lívs aftur. Men einki var at gera. Skiparin hevði fingið so ógvusligan skaða, at hann doyði.
Hvidbjørnen til hjálpar
Neyðarkall varð beinan vegin sent út, og danska verjuskipið, Hvidbjørnen, sum lá á Havnini, fór Ågot til hjálpar, og var verjuskipið hjá Ågot umleið klokkan 19 sunnukvøldið.
Hóast øll tann nautiska útgerðin umborð á Ågot var farin av sjógvinum, megnaði manningin tó sjálv at sigla skipið til Føroya.
Hetta var eisini frægasta loysnin, tí illveður var á leiðini, har Ågot var, og tí varð tað ikki ráðiligt hjá Hvidbjørnen at leggja upp at síðuni á Ågot. Avgjørt varð, at Hvidbjørnen skuldi sigla framman fyri Ågot við fullum ljósum, so manningin hevði okkurt at sigla eftir í náttarmyrkrinum.
Soleiðis varð siglt, til skipini komu inn um Akraberg. Tá vórðu ein lækni, ein maskinmaður og ein stýrimaður settir um borð til at avloysa troyttu og skelkaðu menninar seinasta teinin til lands.
Hóast øll nautiska útgerðin um borð á Ågot fekk skaða av sjógvinum, eydnaðist tað Hvidbjørnen at fáa samband við Ågot á vegnum. Til bar hjá manningini á Hvidbjørnen at tosa við Ågot um sattelit.
Úr Klaksvík frættist, at hóast sjógvurin, Ågot fekk, var ógvusligur, er alt kortini ikki í sori á brúnni. Hurðin er burtur og øll nautisku tólini eru oyðiløgd av sjógvi, men annars sæst ikki nógv til sjógvin.
Bønarhald á bryggjuni
Áðrenn Ågot legði at bryggju í Klaksvík gjáramorgunin, var ein bátur frá Hvidbjørnen inni á Klaksvík eftir pápa skiparan og Niels Paula Danielsen presti.
Tá skipið var komið at bryggju, helt presturin saman við manningini og teimum mongu fólkunum á bryggjuni stutt bønarhald til minnis fyri skiparanum, 35 ára gamla Pól Eyðfinni Poulsen, sum andaðist hesa feigdarferð hjá línuskipinum Ågot úr Klaksvík dagin fyri alla Halgannadag.
Friður verið við minninum um Pól Eyðfinn Poulsen.