Føroyska frystilínuskipið Ågot landar í dag fyri fimmtu ferð, síðan teir fóru til Grønlands at taka ímóti svartkalva frá grønlendskum jollufiskimonnum.
- Í dag liggja vit aftur inni í Umanak og landa. Hesaferð hava vit umleið 95 tons í lastini, men sleppa neyvan av við allan fiskin. Vit kunnu fylla seks bingjur, sum taka umleið 72 tons tilsamans. Møguleiki er fyri, at vit kanska kunnu fáa eina ella tvær bingjur aftrat.
Tað sigur Símun í Vátutoft í kvøld, sum er kokkur umborð á Ågot.
Fyrstu ferð, teir landaðu, høvdu teir 50 tons, aðru ferð 75, triðju ferð 115, fjórðu ferð 55 - og hesaferð hava teir so umleið 95 tons. Hetta gevur sløk 400 tons tilsamans.
Símun í Vátutoft veit í kvøld at siga, at Vesturleiki liggur uttan fyri Umanak og tekur móti fiski, og teir vóru inni og landaðu um vikuskiftið.
- Chr. Høj liggur eisini í fjørđinum nú. Hann skal liggja út fyri Igdlorssuit og taka ímóti svartkalva.
Símun í Vátutoft sigur, at Ågot liggur longur inni í Umanak-fjørðinum og tekur ímóti. Teir liggja við eina bygd, sum kallast Ikerassak.
Viðhefta mynd er (vinstru megin) av stýrimanninum, Christiani Olsen, sum passar kranan, meðan landað verður - og maðurin høgru megin er Niklas Lützen, fabriksformaður, sum hjálpir til at skilja fiskin á bryggjuni.
Fimm føroyingar eru í senn umborð á Ågot í Grønlandi, og teir fara heim eftir ávísum skifti - og mikudagin er túrurin komin til Niklas Lützen, sum tá sleppur heim.