Oyggjaleikir
Anna Mari Turell arbeiðir á ferðamannaskrivstovuni í høvuðsbýnum á Gotlandi, Visby. Hon er stødd í Mariehamn í hesum døgum fyri at hjálpa til í strembanini fyri, at Gotland kann vinna rættin til at vera vertir fyri oyggjaleikirnar í 2015. Gotland verður í harðari kapping við ermasundsoynna, Jersey, og á aðalfundinum hjá International Island Games Association í 2010 fellir avgerðin, um hvørt Gotland ella Jersey vera vertir fyri oyggjaleikunum í 2015.
– Vit koma at arbeiða hart fyri málinum. Her á Álandi tosa vit við fólk frá hinum oyggjasamfeløgunum um, at vit vilja ógvuliga gjarna hava oyggjaleikirnar til Gotlands aftur. Vit ynskja at leggja fram eina so professionela umsókn, sum møguligt, greiðir Anna Mari Turell frá. Spurd um gotlendingarnir ætla at fara at vitja tey ymisku oyggjasamfeløgini fyri at ávirka tey, svarar Anna Mari Turell, at tað ætla tey ikki at gera.
– Vit vóna bara, at hini oyggjasamfeløgini skilja boðskapin, at Gotland er tað besta valið. Spurd um tey fara at søkja um leikirnar í 2017, um tey tapa ímóti Jersey í kappingini um leikirnar í 2015, svarar Anna Mari Turell, at tað avgerðina hava tey ikki tikið enn.
Minnast gott aftur á 1999
Oyggjaleikirnir sum vóru á Gotlandi í 1999 vóru sera væleydnaðir, bæði hvat ítróttini og samskipanini viðvíkur. – Tað var ein fantastisk uppliving, bæði fyri ítróttarfólkini og fyri almenningin á Gotlandi. Ítrótturin er ógvuliga nógv við til at profilera Gotland, og tað eru nógv ítróttartiltøk á Gotlandi, sum lokka nógv fólk til Gotlands. Vit síggja eisini uppá oyggjaleikirnar sum ein møguleika at skapa eitt brøðralag ímillum tey ymisku oyggjasamfeløgini, so vit vilja ógvuliga gjarna hava oyggjaleikirnar í 2015. Enn í dag minnast gotlendingar hvussu gott alt var í 1999. Gotland er tann landsluturin í Svøriki, sum hevur flest ítróttarfelagsskapir í mun til fólkatalið. Ítróttarrørslan á Gotlandi brennir fyri at fáa leikirnar í 2015, og øll standa saman um hetta átakið, staðfestir Anna Mari Turell.
Eingin trupulleiki við innivist
Gotlendingar hava ein væl virkandi ferðavinnu, og fyri stuttum vóru nýggj, stór og snotulig ráðstevnuhøli bygd í Visby. Seingjakapasiteturin á Gotlandi er nógv øktur síðani 1999, og tí er Gotland betri fyri enn nakrantíð at taka ímóti oyggjaleikunum. Anna Mari Turell sigur eisini, at eingin trupulleiki verður við flutningi á Gotlandi.
– Vit hava nógv ferðafólk, eisini nógv ferðafólk frá cruiseskipum, sum eru so mong í tali, at túrarnir sum vera fyriskipaðir krevja upp til 20 bussar. So eg trúgvi, at vit kunnu gera okkum dælt av øllum royndunum vit hava við flutningi av ferðafólkum. Vit royna sjálvsagt eisini at læra av tí, sum fer fram á oyggjaleikunum her á Álandi, greiðir Anna Mari Turell frá. Gotland hevur eitt árligt ferðafólkatal, sum liggur um 750.000 ferðafólk, og tað svarar til 14 ferðafólk fyri hvønn gotlandsbúgva. Ferðavinnan er høvuðsvinnan á Gotlandi, og mangir kendir svenskarar, bæði politikkarar, listafólk, tónleikarar og vinnulívsfólk hava summarhús á Gotlandi. Nú manglar bara, at gotlendingar fullføra sína visjón 2015, um at fáa oyggjaleikirnar til søguríku svensku oynna í Eystrasalti.
---
Fakta
Í 2010 tekur altjóða oyggjaleikanevndin, IGA, støðu til, hvør oyggj skal hýsa leikunum í 2015. Upprunaliga vóru Føroyar partur av kapprenningini, men nú stendur hendan millum Gotland, sum hýsti leikunum í 1999 og Jersey, sum hýsti leikunum í 1997